Fimm prestar eftir at yvirtaka

Fimm prestar eftir at yvirtaka
Onkrir snøklar eru eftir í sambandi við yvirtøkuna av kirkjuni, men tað verður ikki leingi aftrat
Jógvan Fríðriksson, biskupur, at tá teir fimm prestarnir eru "komnir heim," er yvirtøkan av fólkakirkjuni fullførd.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.08.2022 - 17:00

Hóast føroyska fólkakirkjan formliga varð yvirtikin í 2007, hava onkrir snøklar verið eftir, tí fimm prestar eru enn danskir tænastumenn - men ikki so leingi aftrat.

Talan er um prestarnar Jónsvein Bech, Patrick de Neergaard, Hera Joensen, Sverra Steinhólm og Meinhard Bjartalíð.

Tosað hevur verið aftur og fram millum føroyskar og danskar myndugleikar, og nú er komið á mál.

Tí kundi Jógvan Fríðriksson, biskupur, fyri fáum døgum síðani geva donsku myndugleikunum boð um, at føroyska fólkakirkjan er til reiðar, so hesir fimm prestarnir kunnu verða loystir úr tænastuni sum danskir tænastumenn.

- Tá ið vit hava fingið hesar fimm prestarnar heim - um eg so kann siga - er yvirtøkan av fólkakirkjuni umsíður fullførd, sigur Jógvan Fríðriksson, biskupur:

1542329


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. apríl
Eitt korter við
207150
Hósdag 16. apríl
Góðan morgun Føroyar
207128
Hósdag 16. apríl
Morgunlestur hósdagur 16.apríl 2026
207023
Mikudag 15. apríl
Mono 150426 - 3. sending
207104
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. apríl
Úr byggisøguni (1:3)
76206
Mikudag 15. apríl
Á brúnni í 38 ár - teknmálstulkað
207100
Mikudag 15. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207094
Týsdag 14. apríl
Veðrið
207060
Týsdag 14. apríl
Føroyar - Grikkaland, seinni dystur
207066