Trý frystilínuskip undir Føroyum

Trý frystilínuskip undir Føroyum
Fýra partrolarapør eru til fiskiskap, og tey flestu landa í vikuni, sigur Fiskamarknaðurin
 
07.08.2022 - 12:19

Øll ísfiskalínuskipini liggja, men væntandi fer okkurt línuskip til fiskiskap í næstum, sigur Fiskamarknaðurin um útlitini næstu vikuna. 

Trý frystilínuskip royna undir Føroyum, og eitt fiskar í altjóða sjógvi.

Ein djúpvatnstrolari fiskar svartkalva í bretskum sjógvi, og hann fer væntandi at landa í vikuni. 

Fýra partrolarapør eru til fiskiskap, og tey flestu landa í vikuni. Trý pør fiska upsa, men fáa eisini nakað av hvítum fiski.

Eitt par fiskar svartkalva.

Um útróðurin sigur Fiskamarknaðurin, at streymurin harðnar, sum tað líður á vikuna, og tí kunnu vit ikki vænta nógvan útróður. 

Fiskiskapurin hjá útróðrarbátunum er smáligur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576