Virkandi stjórin: Dokkingin kann ikki útsetast

Virkandi stjórin: Dokkingin kann ikki útsetast
Neyðugt er at útvega eitt skip aftrat til Suðuroyarsiglingina, sum er á sama stigi sum Smyril, sigur Jóhan Petur Abrahamsen
Jóhan Petur Abrahamsen er virkandi stjóri á Strandferðsluni.
 
07.08.2022 - 14:49

Tað ber ikki til at útseta dokkingina av Smyrli, tí so missir hann øll siglingarloyvi. Men neyðugt er sum skjótast at keypa eitt skip, sum er á sama stigi sum Smyril.

Tað sigur Jóan Petur Abrahamsen, virkandi stjóri á Strandferðsluni.

Hann mælir sostatt til, at ein Smyril afturat verður útvegaður sum skjótast.

Men hann kann ikki ganga ynskinum hjá suðuroyingunum á møti, um at útseta dokkingina av Smyrli, til annað og betri avloysaraskip enn Herjólfur III er funnið.

Hoyr samrøðu við Jóhan Petur Abrahamsen í útvarpstíðindunum:

 

1542412

 

Smyril noyðist fara í dokk nú, tí annars missir hann siglingarloyvi. (Mynd: Bjarni Ártin Rubeksen)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334