Gera ikki meira við lekan úr setanarnevndini

Gera ikki meira við lekan úr setanarnevndini
Fútin sigur, at tað ber ikki til at prógva, hvør lak fyrst um skúlastjórastarvið í Vestmanna, og málið hevði ikki hildið í rættinum
Mentamálaráðið hevur ikki kært avgerðina hjá politinum um ikki av ákæra nakran í málinum um lekan um skúlastjórastarvið í Vestmanna.
 
08.08.2022 - 10:09

Meira verður ikki gjørt við lekan úr setanarnevndini í sambandi við skúlastjórastarvið í Vestmanna skúla.

Mentamálaráðið hevur ikki kært avgerðina hjá politinum um ikki av ákæra nakran í málinum.

Tann avgerðin var tikin 21.juni. Kærast kundi til ríkisadvokatin. Kærufreistin var fýra vikur. 

 

Michael Boolsen, fúti. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Heldur ikki í rættinum

Michael Boolsen, fúti, sigur, at ikki ber til at prógva, hvør í setanarbókinum lak fyrst, og tí ber ikki til at ákæra nakran.

Málið hevði, sum sagt verður, ikki hildið í rættinum.

Mentamálaráðið meldaði, tí tað bleiv alment, hvør innstillingin var hjá setanarbólkinum.

Tann, sum fekk skúlastjórastarvið, var ikki innstillað sum nummar eitt.

 

Skrivaðu undir tagnarskyldu

Trý fólk vóru í setanarbólkinum. Fólk í einum slíkum setanarbólkini hava tagnarskyldu.

Øll í bólkinum skrivaðu undir tagnarskyldu.

At bróta tagnarskylduna er brot á revsilógina.

    
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037