Leggja síðstu hond á Eik-málið

Leggja síðstu hond á Eik-málið
Málið byrjaði í landsrættinum 26. apríl, og rættarfundir eru aftur hesa vikuna og í næstu viku
Odd Bjellvåg, Frithleif Olsen og Marner Jacobsen vóru í Føroya rætti dømdir at gjalda tilsamans 150 mió. kr. í endurgjaldi til Fíggjarligt støðufesti. Tær kærdu dómin til landsrættin, sum hevur viðgjørt málið síðani 26. apríl.
 
09.08.2022 - 08:06

Eystari landsrættur leggur nú síðstu hond á stóra sakarmálið millum Fíggjarligt støðufesti og teir tríggjar Eik-menninar, Marner Jacobsen, sum var forstjóri, Frithleif Olsen, ið var nevndarformaður, og Odd Bjellvåg, sum var næstformaður í Eik.

Málið byrjaði 26.apríl. 

Nakrir dagar vóru í apríl, nakrir í mai, nakrir í juni, og málið er aftur fyri nú í vikuni og í komandi viku. 25 rættardagar vóru settir av. 

 

Kærdu dómin til Landsrættin

Teir tríggir menninir vóru í Føroya rætti 18.november 2019 dømdir at rinda tilsamans 150 milliónir krónur í endurgjaldi til Fíggjarligt støðufesti í sambandi við, at Eik banki kollsigldi. 

Teir kærdu dómin til Landsrættin.

Í Landsrættinum krevja teir frídøming, ella, í øðrum lagi, at skula gjalda minni enn 150 milliónir krónur.

Fíggjarligt støðufesti krevur, at dómurin hjá Føroya rætti verður staðfestur.

 

70.000 skjøl

Málið er stórt. Í Føroya rætti vardi tað í 45 dagar.

Nøkur vitni eru, og 70.000 skjøl eru í málinum. 

Ingi Højgaard er sakførari hjá Frithleivi Olsen, Christian Andreasen hjá Odd Bjellvåg og Søren Lundsgaard hjá Marneri Jacobsen.

Claus Juel Hansen er sakførari hjá Fíggjarligum støðufesti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098