Berlusconi ætlar at stilla uppaftur

Berlusconi ætlar at stilla uppaftur
85 ára gamli formaðurin í Forza Italia hevur verið forsætisráðharri í Italia í trimum umførum
Silvio Berlusconi ætlar at stilla upp til tjóðartingsvalið í Italia 25. september.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
11.08.2022 - 08:23

Silvio Berlusconi ætlar at bjóða seg fram aftur sum valevni til tjóðartingsvalið í Italia 25. september. 

Tað skrivar danska kringvarpið.

Silvio Berlusconi er 85 ára gamal, og hevur verið forsætisráðharri í Italia í trimum umførum, frá 1994 til 1996, frá 2001 til 2006, og aftur frá 2008 til 2011.

Berlusconi, sum er formaður fyri høgrapopulistiska flokkin, Forza Italia, hevur sambært týsku tíðindastovuni, DPA, sagt, at hann hevur fingið nógvar áheitanir frá fólki um at bjóða seg fram sum valevni, og tað fer hann at gera.

Hann hevur sitið í tjóðartinginum í nógv ár, men í 2013 samtykti senatið at koyra Silvio Berlusconi úr tjóðartinginum eftir dómin, hann fekk fyri skatta-svik.

Á tjóðartingsvalinum fer Forza Italia í samgongu við høgravendu flokkarnar, Fratelli d'Italia, ið merkir italskir brøður, og Liga.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Bjarki Hansen
202767
Fríggjadag 16. januar
Breddin: Støðulýsing um Iran
202763
Fríggjadag 16. januar
Morgunlestur fríggjadagur 16.januar 2026
202445
Hósdag 15. januar
RagnarRokk 15.januar 2026
201519
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571