Føroyar eiga at gera meira fyri at stuðla ukrainsku stjórnini

Føroyar eiga at gera meira fyri at stuðla ukrainsku stjórnini
Bjarni Kárason Petersen heldur, at løgmaður eigur at seta út í kortið, hvat Føroyar gera frameftir í mun til støðuna í dag
Føroyar eiga at gera meira fyri at stuðla ukrainsku stjórnini, heldur Bjarni Kárason Petersen
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.08.2022 - 18:14

Landsstýrið hevur gjørt ov lítið fyri at stuðla Ukraina, eftir russisku innrásina 24. februar í ár.

Tað heldur Bjarni Kárason Petersen, tingmaður fyri Framsókn.

 

Tingmaðurin fyri Framsókn heldur, at løgmaður, eigur at seta út í kortið, hvat Føroyar gera frameftir í mun til støðuna í dag, sum hevur ein stóran menniskjaligan og búskaparligan kostnað fyri øll.

Bjarni Kárason Petersen, heldur, at Føroyar eiga at gera meira fyri at stuðla ukrainsku stjórnini.

Bjarni Kárason Petersen sigur, at Føroyar eiga at taka sendimannin í Moskva heim fyribils, nú viðurskiftini eru so spent ímillum Russland og Vesturheimin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098