Harðskapur og stuldur á Ovastevnu

Harðskapur og stuldur á Ovastevnu
Nógv fólk hevur verið á Regatta og Ovastevnu um vikuskiftið
Løgreglan hevur havt eitt sindur at gera á Ovastevnu.
 
14.08.2022 - 10:07

Løgreglan hevur havt nakað at gera í Nólsoy í nátt, men annars sigur løgreglan seg hava havt eitt friðarligt vikuskifti. 

Eitt fólk er skuldsett í tveimum málum. Annað málið er fyri harðskap, og í hinum málinum fyri hóttanir, og í tí málinum, sigur løgreglan, at tað møguliga eisini kemur ein skuldseting um harðskap.

Fyri lítlari løtu síðani, hevur politiið fingið eina fráboðan aftrat um harðskap í Nólsoy, sigur vakthavandi.

Løgreglan hevur givið tríggjar bøtur fyri brot á skilhaldsreglurnar, har atburðurin ikki hevur verið góður. 

Og so eru tvey fólk skuldsett fyri stuldur í sambandi við Ovastevnuna. Tey eru skuldsett fyri at stjala drykkjuvørur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891