Søkja eftir vinnu- og mentanarstjóra í Klaksvík

Søkja eftir vinnu- og mentanarstjóra í Klaksvík
Starvið er áramálssett í fimm ár
Klaksvíkar kommuna skal hava nýggjan vinnu- og mentanarstjóra.
 
15.08.2022 - 15:51

Nú verður lýst eftir nýggjum vinnu- og mentanarstjóra í Klaksvíkar kommunu.  

Starvið er áramálssett í fimm ár. 

Í lýsingini stendur millum annað, at vinnu- og mentanarstjórin skal stuðla býráðnum í at seta dagsskránna og megna at halda visjónir og møguleikar í miðdeplinum, í samstarvi við borgarar og vinnu- og mentanarlívið í kommununi.

Vinnu- og mentanarstjórin myndar leiðsluna í kommununi saman við borgarstjóranum, kommunustjóranum, trivnaðarstjóranum og tekniska stjóranum.

 

Lønt í 36. lønarflokki

Starvið verður lønt í 36. lønarflokki hjá Tænastumannafelagi Landsins, tó uttan at vera tænastumannastarv. Harumframt verða 15% goldin í eftirlønargjaldi. Stjórin hevur tilvísing til kommunustjóran.

Av tí at starvið er áramálasett, verður ein áramálsviðbót latin.

Starvið verður sett 1. november, ella eftir nærri avtalu. 

Eirikur í Jákupsstovu hevur verið vinnu- og mentanarstjóri síðani 1. januar 2019. Hann varð eisini áramálsettur í fimm ár, men avgjørdi herfyri at siga seg úr starvi, nú hann skal vera skrivari í Tjóðveldi. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815