Taka sjúklingakærunevnd av

Taka sjúklingakærunevnd av
Kærustovnurin skal taka við virkseminum hjá psykiatrisku sjúklingakærunevndini
Psykiatriska sjúklingakærunevndin verður tikin av næsta summar. (Savnsmynd)
 
15.08.2022 - 08:43

1. juli næsta ár verður psykiatriska sjúklingakærunevndin tikin av.

Kærustovnurin skal taka við virkseminum hjá nevndini.

Heilsumálaráðið leggur ríkislógartilmæli um hetta fyri løgtingið í hesi tingsetuni.

Málsøkið er danskt. Talan er um lógina um "tvang i psykiatrien".

Løgtingið samtykti lóg um Føroya kærustovn í november í fjør.

Hetta ger, at 11 kærunevndir og aðrar nevndir, sum Kærustovnurin er skrivstova hjá, verða tiknar av næstu tvey árini.

Ein kærunevnd, Fjølmiðlanevndin, verður flutt.
 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053