Børn kunnu fáa eftirnavn hjá sammóður

Børn kunnu fáa eftirnavn hjá sammóður
Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, hevur svarað Hervør Pálsdóttur, løgtingskvinnu, sum spurdi um børn hjá  sammøðrum
Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinna, hevur fingið svar frá Magnusi Rasmussen, landsstýrismanni.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.08.2022 - 08:15

Hóast hugtakið sammóðir ikki var við, tá navnalógin var samtykt, kunnu børn fáa eftirnavnið hjá sammóður.

Ikki er neyðugt at broyta navnalógina, so tað ber til. Hóast lógin ikki nevnir sammóðir, men bara faðir og móðir.

Tað metir Umhvørvis- og Vinnumálaráðið.

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, hevur svarað Hervør Pálsdóttur, løgtingskvinnu, sum spurdi um børn hjá  sammøðrum.

 

Skrásett í landsfólkayvirlitinum

Børn, sum hava eftirnavnið hjá sammóður, kunnu eisini vera skrásett í landsfólkayvirlitinum, metir Umhvørvis- og Vinnumálaráðið.

Sambært fólkayvirlitslógini verða øll, sum hava persónstal, skrásett í landsfólkayvirlitinum.

Ættarsamband millum foreldur og børn verður skrásett við p-tølunum hjá faðir og móðir.

Er talan um sammóður, verður hennara p-tal brúkt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221