FarCargo søkir eftir manning til flogfarið

FarCargo søkir eftir manning til flogfarið
Umsóknarfreistin er 1. september
FarCargo fer undir farmaflúgving í heyst.
 
16.08.2022 - 08:23

Flogfelagið FarCargo søkir eftir royndum skiparum og stýrimonnum til flogfarið, sum felagið hevur keypt.

Søkt verður eftir fólki at byrja skjótast til ber. Umsóknarfreistin er 1.september.

FarCargo var stovnað í 2021. Høvuðspartaeigari er Bakkafrost, Sp/f 25.05 2021 er eisini partaeigari. 

Birgir Nielsen er stjóri, og Regin Jacobsen er nevndarformaður.

Leiðandi flogskiparar eru Hans Meinhard á Høgabóli og Heðin Krett.

Leiðandi teknikari er Andrew Djurhuus. 

FarCargo hevur samstarvsavtalu við West Atlantic í Svøríki, sum millum annað fer at umsita flogloyvið hjá FarCargo. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037