Søkja nú eftir stjóra til Strandferðsluna

Søkja nú eftir stjóra til Strandferðsluna
Ein treyt er, at stjórin skal hava gott politiskt tev
Strandferðslan hevur høvuðssæti á Tvøroyri. Umsóknarfreistin til stjórastarvið er 9. september.
 
16.08.2022 - 09:54

Fíggjarmálaráðið søkir nú eftir stjóra til Strandfaraskip landsins.

Landsstýrið vil umskipa Strandfaraskip landsins soleiðis, at stovnurin fær tryggar og støðugar karmar, og at ferjuflotin verður endurnýggjaður. 

Stjórin skal fyrstu tvey árini megna at stjórna Strandferðsluni og samstundis fremja neyðugar broytingar samsvarandi politiska viljanum fyri stovnin, stendur í lýsingini.

 

Hava politiskt tev

Stjórin skal vera kandidatur frá lærdum háskúla ella hava útbúgving og royndir, sum kunnu javnsetast við slíka útbúgving.

Ein treyt er, at stjórin skal hava gott politiskt tev.

Starvið er áramálssett í fimm ár við møguleika fyri at leingja setanina í trý ár. 

Umsóknarfreistin er til 9.september.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083