Royndarsigla nú Herjólf III

Royndarsigla nú Herjólf III
Skipið fór í morgun av Havnini á Krambatanga, har seinastu fyrireikingarnar verða gjørdar
Herjólfur III á Havnini. Hann fer í sigling fyri Smyril leygardagin.
Mynd: Strandferslan  
 
18.08.2022 - 08:22

Herjólfur III er nú endiliga klárur at sigla.

Seint seinnapartin í gjár fekk Herjólfur III endaliga siglingarloyvið. Hann fór royndarsigling í gjárkvøldið.

Klokkan hálvgum sjey í morgun fór Herjólfur III av Havnini á Krambatanga. 

Har skulu seinastu fyrireikingarnar gerast, áðrenn skipið fer í sigling leygarmorgunin.

 

Tekur 385 ferðafólk

Herjólfur III hevur fingið loyvi til 385 ferðafólk. 

Hetta er nakað minni enn ferðafólkaloyvið, hann hevði úr Íslandi. Í Íslandi slapp hann at flyta 481 ferðafólk.

Orsøkin er millum annað, at pláss skal vera fyri tveimum manningum, so skipið kann røkja náttarsigling. 

Á heimasíðuni ssl.fo eru nógvar upplýsingar um farmaflutningin á suðuroyarleiðini, tá Herjólfur III fer at sigla har fyri Smyril.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. apríl
Credo: C.S.Lewis 2:3
207207
Leygardag 18. apríl
Jambalaja - 180426
207246
Leygardag 18. apríl
Vikugesturin: Tá ið trúgvin er alt
207241
Leygardag 18. apríl
Vikan 18. apríl 2026
207239
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227
Fríggjadag 17. apríl
Kakumiks 2 (5:7)
207209
Fríggjadag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207190