Bjargaðu rógvararnir eru nú á veg til Rotterdam

Bjargaðu rógvararnir eru nú á veg til Rotterdam
Farmaskipið Nordic Qinngua bjargaði monnunum, sum róku fyri vág og vind í illveðri vestan fyri Írland
Rógvararnir róku fyri vág og vind í gummibjargingarbáti í fleiri tímar, áðrenn teir vóru bjargaðir.
Mynd: MRCC  
 
19.08.2022 - 09:17

Teir báðir føroysku rógvararnir, sum farmaskipið Nordic Qinngua bjargaði vestan fyri Írland í gjár, eru nú á veg til Rotterdam í Hollandi.

Nordic Qinngua verður væntandi í Rotterdam mánadagin, sigur MRCC Tórshavn.

Báturin Guðrun, sum rógvararnir róðu í úr USA til Føroya, fekk ein sjógv tíðliga í gjáramorgunin. Báturin fekk so stóran skaða, at menninir avgjørdu at fara av bátinum í bjargingarbátin. Teir vóru í flótidrakt, og høvdu mat og neyðsendara við sær.

Illveður var á leiðini, og bjargingarbáturin rak fyri vág og vind í fleiri tímar, meðan bíðað var eftir hjálp. 

Stutt fyri klokkan 15 í gjár bjargaði farmaskipið Nordic Qinngua báðum monnunum.

 

Nordic Qinngua, sum bjargaði báðum rógvarunum. (Mynd: Maritima Optima)

 

Báturin Guðrun fekk ein stóran sjógv í gjáramorgunin, og rógvararnir avgjørdu at fara í gummibjargingarbátin. (Mynd: Sosialurin)

 

Stór alda og 17 m/s

MRCC sigur, at líkindini vóru vánalig. Aldan var seks metrar høg, og vindferðin var umleið 17 metrar um sekundið. 

Nordic Qinngua er stórt skip. Tað er meira enn 200 metrar langt og 40 metrar breitt, men skipið fekk bjargað báðum monnunum. hóast støðan stundum var hættislig, sigur MRCC.

Eitt bretskt flogfar var eisini á leiðini og stuðlaði í sambandi við bjargingina. 

Hjá báðum rógvarunum visti væl við eftir umstøðunum, tá teir vóru bjargaðir. 

Nordic Qinngua er nú á veg til Rotterdam, hagar skipið er væntandi mánadagin. 

 

Stutt fyri klokkan 15 í gjár vóru báðir rógvararnir bjargaðir. (Mynd: MRCC)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815