Minni pláss til farm við Herjólfi

Minni pláss til farm við Herjólfi
Vinnan í Suðuroynni var kunnað um støðuna fríggjadagin - dagin fyri, at Herjólfur III fór í sigling
Herjólfur III røkir nú Suðuroyarleiðina, meðan Smyril er í dokk.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
22.08.2022 - 13:21

Tað verður minni pláss enn væntað fyri privatum flutningsfarmi við Herfjólfi III. Tað váttar virkandi stjórin á Strandferðsluni fyri Kringvarpinum. 

Fríggjadagin kunnaði Strandferðslan vinnuna í Suðuroynni um, at minni pláss verður til bingjur enn ætlað. Og tað verður ein avbjóðing hjá vinnufyritøkunum.

Upprunaliga var ætlað, at pláss skuldi verða fyri níggju 40-fót bingjum hvønn túr.

Men nú er greitt, at pláss verður bara fyri seks bingjum, sigur Jóhan Petur Abrahamsen:

 

22082022_Johan_Petur_til_net

 

Jóhan Petur Abrahamsen er virkandi stjóri á Strandferðsluni.


 Jóhan Petur Abrahamsen sigur, at roynt verður av øllum alvi at fáa pláss tll flutningin um Suðuroyarfjørð:

 

22082022_Johan_Petur_2

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815