Dollarakursurin tann hægsti í 20 ár

Dollarakursurin tann hægsti í 20 ár
Hetta hevur stóran týdning fyri útflutningsfyritøkur, eisini føroyskar
Dollarin er nú meira verdur enn evran.
 
23.08.2022 - 15:17

Kursurin á amerikanska gjaldoyranum er tann hægsti í 20 ár.

Dollarkursurin er hækkaður nógv seinasta hálvtannað árið, og er nú sjey krónur og 48 oyru. Hetta merkir somuleiðis, at dollarin nú er meiri verdur enn evran, sum liggur um 7 krónur og 44 oyru.

Sambært Allan Sørensen, sum er leiðandi búskaparfrøðingur í Dansk Industri, hevur hetta stóran týdning fyri danskar útflutningsfyritøkur, og harvið eisini føroyskar. Vørurnar gerast nevniliga bíligari fyri amerikanarar at keypa, tá dollarin liggur høgt mótvegis krónuni.

- Seinasta árið hava vit sæð, hvussu útflutningurin til USA bara er vaksin og vaksin. Vit hava ongantíð selt so nógv til eitt einstakt land, sigur leiðandi búskaparfrøðingurin við Ritzau sambært DR.

Danski útflutningurin til USA snýr seg í høvuðsheitum um heilivág, maskinur og sjóflutning.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. juli
Summarbeiti 8. juli 2026
210685
Mikudag 8. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (2:4)
210667
Mikudag 8. juli
HM-tíðindi 8. juli 2026
210672
Týsdag 7. juli
Millum tøkini #12: Fjarðastevna
210617
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523