Oljustuðul hjálpir ikki nóg mikið á brekøkinum

Oljustuðul hjálpir ikki nóg mikið á brekøkinum
Nógvir aðrir prísir eru hækkaðir munandi, og tí má meir hjálp gevast, sigur forkvinnan í Megd, Tóra við Keldu
Tóra við Keldu er forkvinna í MEGD
 
28.08.2022 - 14:50

Fátækradømið á brekøkinum í Føroyum fer at hækka serliga nógv, um ískoytið frá landinum, nú kostnaðir hækka so nógv, verður avmarkað til 7.000 kr í oljustuðuli.

Tað sigur MEGD í hoyringssvarinum til lógaruppskotið,  sum skal geva húskjum við lágum inntøkum oljuískoyti. Tørvur er tí á einum breiðari uppskoti, sum er betri fyrireikað, heldur hon.

Sambært uppskotinum hjá landsstýrinum, so kunnu láginntøkubólkar søkja um oljuískoyti, kunnu tey skjalprógva at bústaðurin verður hitaður við olju.

Býr húskið til leigu, sum er íroknað oljunýtslu, skulu tey skjalprógva, at oljuútreiðslur eru partur av leiguni.

Hevur eitt húski hinvegin frían bústað og ikki rindar fyri at hita bústaðin, hevur húski ikki rætt til oljuískoyti, stendur í viðmerkingunum til uppskotið.

Men tað eru ikki bert oljuprísirnir sum eru hækkaðir, og tí kunnu avleiðingarnar fyri fleiri á brekøkinum vera álvarsamar, verður hetta endaligi leisturin, sigur Tóra við Keldu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. apríl
Bolero
206930
Sunnudag 12. apríl
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
206929
Sunnudag 12. apríl
Credo: C.S.Lewis 1:3
206864
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. apríl
Møti úr Hebron í Leivrík
206941
Sunnudag 12. apríl
Hondbóltur: Montenegro - Føroyar
206942
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891