Seks skip við korni úr Ukraina

Seks skip við korni úr Ukraina
Hóast tað, so verður ikki pláss fyri at goyma kornið, tá bøndurnir fara at heysta í næstum.
 
28.08.2022 - 16:38

Arbeiðið við at flyta korn úr Ukraina heldur fram, og í morgun fóru seks farmaskip við korni úr Ukraina, upplýsir turkiska verjumálaráðið.

Higartil eru um 30 skip farin við korni úr Ukraina, eftir at Ukraina og Rusland, fyrst í august gjørdu eina avtalu við ST og Turkaland, sum skal tryggja, at korn verður flutt úr goymslunum við Svartahavið.

Stórar nøgdir av korni hava ligið leingi í Ukraina, og tað hevur havt við sær, at prísurin á matvørum er hækkaður nógv, og nógv fólk líða hungur.

Hóast yvir ein millión tons av korni er flutt úr Ukraina í august, so er framvegis ikki pláss at goyma kornið, tá bøndurnir fara at heysta, skrivar DR.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815