Yvirgangskroppar ella Svøríkisdemokatarnir avgera valið

Yvirgangskroppar ella Svøríkisdemokatarnir avgera valið
Ríkisdagsval verður í Svøríki 11. september
Higartil í ár eru 47 fólk fallin fyri kúlum í Svøríki.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
31.08.2022 - 14:49

Eru tað yvirgangskropparnir, ella eru tað Svøríkisdemokratarnir, sum sviar skulu ræðast mest?

Tann spurningurin fer at avgera svenska ríkisdagsvalið, sum verður 11. september.

Higartil í ár eru 47 fólk fallin fyri kúlum í Svøríki. Og seinast var ikki nóg mikið, at fólk úr bandunum gera av við hvønnannan, men um kvøldið var heiðursfýrverk skotið fyri tað, sum hendi.

Og dagin eftir komu ein mamma og fimm ára gamli sonur hennara at liggja ímillum, tá tveir bandar skutu eftir hvørjum øðrum. Tey vóru rakt, men komu frá hendigini á lívi.

 

Jimmie Åkesson er formaður í Svøríkisdemokratunum. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Rýma fyri at fáa frið

Sviar eru í øðini um tað, sum fer fram, tí tað eru bandarnir, sum hava tikið valdið í útriðini á býunum, og seinastu 20 árini eru sviar snøgt sagt fluttir fyri at fáa frið.

Triðihvør veljari sigur seg fara at velja borgarliga veingin, tí tey borgarligu siga seg fara at steðga yvirgangskroppunum.

Magdalena Andersson, forsætisráðharri, hevur eisini í valstríðnum boðað frá, at hon fer at gera meir fyri at steðga og at revsa limir í ymsu bandunum.

 

Magdalena Andersson er forsætisráðharri. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

 

Eru ímóti átøkum

Men tað er lættari sagt enn gjørt, tí allir stuðulsflokkarnir á vinstraveinginum eru ímóti teimum átøkunum, sum borgarligu flokkarnir siga seg fara at leggja dent á.

Teir royna heldur at ræða svensku veljararnar við at vísa á harðrendu støðuna hjá Svøríkisdemokratunum.

Tað stendur mestsum á jøvnum millum vinstraveingin og borgarliga veingin í svenskum politikki. Samstundis eru nógv, sum ikki hava tikið støðu enn, og líkt er tí til, at tað vera tey ivasomu, sum fara at avgera, hvørja stjórn Svøríki fær eftir ríkisdagsvalið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. januar
Jambalaja - 240126
203176
Leygardag 24. januar
Vikugesturin: At fáa tað besta burturúr
203171
Leygardag 24. januar
Vikan 24. januar 2026
203169
Leygardag 24. januar
Upp á tá - 230126
203165
Leygardag 24. januar
Morgunlestur leygardagur 24.januar 2026
202881
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979