Vit keypa færri bilar

Vit keypa færri bilar
Higartil í ár eru skrásett 342 færri akfør enn í fjør
17 prosent færri akfør eru skrásett í ár.
 
02.09.2022 - 08:37

Til 1.september eru skrásett 342 færri akfør í Føroyum enn somu tíð í fjør.

Talan er um 17 prosent færri akfør.

Í august vóru eisini færri akfør enn í august í fjør, men bara fýra færri, 197 í ár og 201 í fjør.

Nøkur brúkt akfør vera innflutt.

Eisini tey eru færri í ár, 24,5 prosent higartil í ár.

Í august vóru 31 innflutt brúkt akfør skrásett, Tey vóru 40 í august í fjør, upplýsir Akstovan.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815