Putin fylgdi ikki Gorbatjov

Putin fylgdi ikki Gorbatjov
- Putin hevur ikki fyrigivið Gorbatjov, at Sovjetsamveldið fall, sigur Flemming Splidsboel frá danska stovninum fyri altjóða nám, nú russiski forsetin ikki fór at fylgja.
Seinasti leiðarin í gamla Sovjetsamveldinum, Mikhail Gorbatjov, fór til gravar í dag
Mynd: Alexander Zemlianichenko/AP  
 
03.09.2022 - 12:58

Jarðarferðin hjá seinasta leiðaranum í gamla Sovjetsamveldinum, Mikhail Gorbatjov, var fyrr í dag og frammanundan hevði russiski forsetin, Vladimir Putin, boðað frá, at hann fór ikki at fylgja.

- Putin hevur nevniliga ikki fyrigivið Gorbatjov, at Sovjetsamveldið fall, sigur Flemming Splidsboel frá danska stovninum fyri altjóða nám.

Hann sigur, at tí vildi Putin heldur ikki vísa Gorbatjov virðing við at fara til jarðarferðina og samstundis blástempla demokratiska politikkin hjá Gorbatjov. 

Flemming Splidsboel sigur eisini, at tað er heilt týðiligt, at Putin hevur ført eitt heilt annað slag av politikki, ið hevur ført landið á eina meira ódemokratiska leið.

Almenna umberingin hjá Putin var annars, at hann ikki kundi fara at fylgja, tí hann var upptikin av øðrum málum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (4:5)
204319
Mikudag 4. mars
Føroyar - Portugal
205139
Mikudag 4. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205117
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959