Ein neyðug ráðstevna

Um KVF›Bloggur
Ein neyðug ráðstevna
Stóra ráðstevnan “Miðlar á vegamóti”, sum KVF skipaði fyri saman við Dimmalætting, Norðlýsinum og Sosialinum, setti sjóneykuna á avbjóðingar og loysnir í miðlalandslagnum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08-09-2022

Tað er øllum greitt, at føroysku miðlarnir standa á einum vegamóti. Minkandi inntøkur og vaksandi útreiðslur hótta fíggjarliga grundarlagið undir privata blaðmarknaðinum og almenna public service-miðlinum. Ólukkutíð, hendir hetta samstundis, sum bæði staðbundnir miðlar og tjóðarmiðlar eru undir vaksandi trýsti í alheimsgjørda miðlalandslagnum. 

Á ráðstevnuni kom m.a. fram, at:

  • Yvir 100 størv eru horvin úr Dimmalætting, Sosialinum og Kringvarpinum tey seinastu 15 árini
  • Altjóða rákið, har fólk vraka tíðindasendingar, tekur dik á seg
  • Álitið á public service-miðlar er framvegis stórt
  • Miðlar í Føroyum hava munandi minni pengar at arbeiða við pr. íbúgva samanborið við miðlar í størru Norðurlondunum
  • Stór ónøgd er við føroysku miðlastuðulsskipanina
  • Føroysku lýsingapengarnir fara av landinum
  • Broyttu miðlavanarnir hótta savningarmegina í føroyska samfelagnum

Tað finst onki quick fix, sum kann loysa avbjóðingarnar í miðlalandslagnum. Í staðin er tørvur á nýhugsan yvir ein breiðan kamb. Men nýhugsan fremist best innan fyri tryggar karmar; tí mugu vit fáa eina breiða fjølmiðlasemju, sum røkkur tvørtur um valskeið.

Miðlarnir mugu eisini í størri mun líta inneftir. Átrokandi arbeiðið at røkka ymsu føroysku málbólkunum í talgilda tilboðsmeldrinum setur nýggj krøv til miðlaleiðslurnar. Her mugu vit tó ongantíð gloyma, at kravið um dygdargóðan og viðkomandi journalistikk eigur at vera í miðdeplinum.

Á ráðstevnuni kom fram, at álitið á føroyskum miðlum framvegis er lutfalsliga stórt. Tað má ikki fara fyri skeytið.

Ivan Hentze Niclasen

 

Hesi løgdu fram á ráðstevnuni: Mark Blach-Ørsten, professari, RUC, Mads Brandstrup, stjóri, Danske Medier, Valgerður Anna Jóhannsdóttir, assistant professor, Háskóli Íslands, Eirikur Lindenskov, stjóri, Sosialurin, Jóhann Lutzen, stjóri, Norðlýsið, Ivan Hentze Niclasen, stjóri, Kringvarp Føroya, Lars Nord, professari, MittUniversitetet, Signe Ravn-Højgaard, adjunktur, Grønlands Universitet, Keld Reinicke, miðlaráðgevi og fyrrv. programmleiðari á Tv2, Heini í Skorini, lektari, Fróðskaparsetur Føroya og Sveinur Tróndarson, blaðstjóri, Dimmalætting

Vit fara næstu dagarnar at leggja tilfar frá ráðstevnuni út á kvf.fo/umkvf. 
 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040

Um kvf css