Privatu miðlarnir megna ikki at endurnýggja seg

Um KVFBloggur
Privatu miðlarnir megna ikki at endurnýggja seg
Privatu miðlarnir, sum skulu kappast við Kringvarpið, hava eina negativa eginogn upp á 7,3 mió. kr., greiddi fyrrverandi ábyrgdarblaðstjóri á Dimmalætting frá
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14-11-2022

Stórar broytingar hava verið á privata miðlamarknaðinum hesi seinastu gott tíggju árini. Nógvu netmiðlarnir hava fullkomiliga broytt fyritreytirnar hjá bløðunum. Upplagið, sum í 2010 var sløk 27.000 bløð um vikuna, er fallið til umleið 10.000 í dag. Fleiri bløð hava snarað lykilin um, og í dag eru bara trý bløð eftir. 

Sambært fyrrverandi ábyrgdarblaðstjóranum á Dimmalætting, Sveini Tróndarson, eru netmiðlarnir farnir við teimum stuttu og skjótu søgunum, so sum grindadráp o.ø., meðan kritiski journalistikkurin í privatu miðlunum mest er at líkna við ein viðfáning:

20220818_Midlaradstevna_Sveinur_Trondarson_brot_1


Reyð tøl á botnlinjuni

Ársroknskapirnir hjá teimum fýra stóru privatu miðlunum, Portal.fo, Dimmalætting, Sosialinum og Norðlýsinum, er ikki tespiligur lesnaður. Samlaða skuldin hjá hesum miðlum er 13,5 mió. kr.:

20220818_Midlaradstevna_Sveinur_Trondarson_brot_2


Redaktiónirnar eru ov smáar

Vantandi fíggjarliga orkan forðar fyri menning, og tað hevur fleiri avleiðingar. Lítil og ongin tilgongd er av útbúnum journalistum, eins og tað er torført at fáa starvsfólk í heila tikið. Redaktiónirnar verða tískil so smáar, at ongin orka er til menning og endurnýggjan:

20220818_Midlaradstevna_Sveinur_Trondarson_brot_3


Lurta eftir framløguni hjá Sveini Tróndarson niðanfyri. Meira tilfar frá miðlaráðstevnuni Miðlar á vegamóti er at finna her.

20220818_Midlaradstevna_Sveinur_Trondarson

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386

Um kvf css