- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin: Hækkandi el-prísir í Evropa og býarkjarni í Havn
Breddin: Hækkandi el-prísir í Evropa og býarkjarni í Havn
Í sendingini verður spurt, um Putin einsamallur hevur skyldina av, at streymprísirnir í Evropa eru hækkaðir so nógv

Bogi Bech Jensen, orkuserfrøðingur, verður í Breddanum í dag.
09.09.2022 - 09:34
El-prísirnir í Evropa hækka ógvusliga. So mikið nógv, at húsarhald stúra fyri kalda vetrinum, og stjórnarleiðarar kenna seg noyddar at leggja uppí.
Men hví hækka el-prísirnir so nógv, og hevur Putin alla skyldina?
Tað spyrja vit Boga Bech Jensen, orkuserfrøðing.
Høvuðsstaðurin skal hava nýggjan býarkjarna. Men hvussu verður tað gjørt?
Vit spyrja arkitektin, sum hevur fingið uppgávuna.
Breddin í útvarpinum klokkan 10.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
























