Farsóttarøkið: Eru ikki samd um alt

Farsóttarøkið: Eru ikki samd um alt
Danska heilsumálaráðið heldur, at heimildir hjá donskum myndugleikum í aðrari lóggávu skulu ikki vera við í yvirtøkuni, men tað góðtaka føroyskir myndugleikar ikki
Danska og føroyska heilsumálaráðið eru ikki samd um alt, nú farsóttarøkið skal yvirtakast.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.09.2022 - 08:58

Danska heilsumálaráðið og tað føroyska eru ikki samd um alt, nú farsóttarmálsøkið skal yvirtakast.

Danska heilsumálaráðið vil hava lógina meira nágreiniliga, men landsstýrið heldur, at hon er nóg greið, so lógaruppskotið er ikki broytt tí viðvíkjandi. 

Danska heilsumálaráðið heldur millum annað, at tað eigur at vera nágreinað, at heimildir, sum eru hjá donskum myndugleikum sambært aðrari lóggávu, ikki eru við í yvirtøkuni. 

Landsstýrið heldur ikki, at tað er neyðugt, tí tað er greitt, at lógaruppskotið bara er um farsóttarmálsøkið og ikki um aðra lóggávu. 

Landsstýrið heldur ikki, at tað er rætt at samráðast við danska verjumálaráðið um, hvørjir lættar skulu vera fyri orlógsskip og herskip. 

Tað avgera føroyingar einsamallir, heldur landsstýrið, tí málsøkið verður yvirtikið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. juni
RagnarRokk: Thomas Eriksen um Monolitt
209099
Fríggjadag 19. juni
Morgunlestur fríggjadagur 19.juni 2026
209566
Hósdag 18. juni
RagnarRokk 18.juni 2029
208904
Hósdag 18. juni
RagnarRokk: Neal Morse um L.I.F.T.
208901
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804