Tjóðleikhús fyri 288 milliónir

Tjóðleikhús fyri 288 milliónir
Sambært kostnaðarmetingini, ið er gjørd í samband við vinnandi uppskotið hjá MAP Arkitektum, verður fermetraprísurin 49.000 krónur.
 
10.09.2022 - 10:36

Tjóðleikhúsið, sum MAP Arkitektar hava teknað og sum vann arkitektakappingina, fer at kosta 288 milliónir krónur.

Tað vísir ein kostnaðarmeting, sum er gjørd í samband við verkætlanina, og tíðindaportalurin in.fo endurgevur.

Bygningurin í uppskotinum hjá MAP-Arkitektum er góðar 5900 fermetrar, og prísurin fyri hvønn fermetur er sambært kostnaðarmetingini í mesta lagi 49.000 krónur.

Í kostnaðarmetingini skriva MAP-arkitektar, at bygningurin er dýrari at byggja enn aðrir bygningar. Eitt nú tí at har verða nógv høg rúm, sum kosta eyka. Eisini er útgerð og innbúgv dýrari enn til aðrar bygningar. Og harumframt skal ein kjallari gerast, sum kemur at liggja undir vatnskorpuni, og tað ger hann nógv dýrari.

Hinvegin liggur Tjóðpallurin á eini bryggju, sum er har frammanundan, og tí skal lítið og einki jørðarbeiði gerast, annað enn til kjallaran.

Í fermetraprísinum - sum er 49.000 krónur fyri fermeturin - er roknað við øllum, eisini ókendum útreiðslum. Tó eru prís- og lønarvøkstur ikki tikin við, skrivar MAP Arkitektar í kostnaðarmetingini, sum in.fo endurgevur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815