Nú skulu fólk sleppa at avreiða øll endurnýtsluíløt á sama stað

Nú skulu fólk sleppa at avreiða øll endurnýtsluíløt á sama stað
Tíðin, tá fólk skulu ganga frá handli til handil, fyri at sleppa av við fløskur og onnur endurnýtsluíløt, er skjótt farin. Nýggj lóg er send til hoyringar
 
12.09.2022 - 10:03

Høvuðsendamálið við lógaruppskotinum er at gera tað møguligt hjá viðskiftafólki at sleppa av við øll síni pantáløgdu íløt á sama stað.

Soleiðis stendur í uppskotinum til løgtingslóg um pant á íløtum og uppskot til kunngerð um pant á íløtum til drykkjuvørur og matvørur, sum Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum, hevur sent til hoyringar. 

 

12 ymisk íløt

Íløt til 12 úrdráttir eru við í uppskotinum um nýggja kunngerð um pant fyri íløt til drykkjuvørur og matvørur.

Hetta eru íløt úr glasi, plasti og metali.

Pantið er tað sama sum nú, ávikavist tvær og fýra krónur.

Íløt til matvørur eru tó ikki tikin við í fyrsta umfari.

Hetta fyri at síggja, hvussu pantskipanin roynist, áðrenn talan verður um at víðka hana, sigur Umhvørvis- og Vinnumálaráðið.

 

14 loyvishavarar

Í løtuni er 14 loyvishavarar skrásettir hjá Umhvørvisstovuni.

Loyvishavari er framleiðari ella innflytari, sum hevur loyvi at selja pantáløgd íløt.

Tey 14 loyvini skulu endurnýggjast í sambandi við, at nýggja lógin um pant kemur í gildi. 

Endurnýggingin er mett at kosta 2-3.000 kr.

 

Fevnir ikki um Rúsuna

Lógin fer ikki at umfata Rúsdrekkasøluna.

Hon hevur góða skipan, har 90 prosent av íløtunum koma aftur, sigur Umhvørvis- og Vinnumálaráðið.

Lógaruppskotið sigur, at tað liggur á innflytara og framleiðara at syrgja fyri, at íløt koma til endurnýtslu og endurvinning.

Men lógin ásetur ikki, hvussu hetta skal gerast.

 

Tað stendur tí innflytarum, framleiðarum, sølustøðum og góðkendum móttøkum frítt at samstarva og skipa seg í sambandi við innheintingina.

Endamálið við nýggju lógini er ikki at lata tað almenna ella eitt alment partafelag taka ímóti meginpartinum av pantáløgdu íløtunum, sigur Umhvørvis- og Vinnumálaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751