260 fleiri løntakarar í ár

260 fleiri løntakarar í ár
Nú eru tilsamans 27.600 løntakarar 14.000 menn og 13.500 kvinnur. Alsamt fleiri útlendskir løntakarar arbeiða í Føroyum
260 løntakarar løgdust aftrat seinasta árið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13.09.2022 - 14:01

1. august vóru umleið 27.600 løntakarar  Føroyum, ella 260 fleiri enn somu tíð í fjør, vísa tøl hjá Hagstovuni.

Vøksturin er eitt prosent.

Í august vóru 14.000 menn og 13.500 kvinnur løntakarar, 130 fleiri menn og 130 fleiri kvinnur enn somu tíð í fjør. 

10.000 fólk starvast í almenna geiranum, og 9.300 eru í privatum tænastuvinnum. 

 

Alsamt størri partur av løntakarunum hevur annan enn danskan ríkisborgaraskap. Í august høvdu 6,3 prosent av løntakarunum annan enn danskan ríkisborgaraskap. Í august í fjør var parturin fimm prosent. Fyri tíggju árum síðani høvdu 2,4 prosent av løntakarunum annan ríkisborgaraskap enn danskan.

Meginparturin starvast  í fiskavøruídnaðinum, á gistingarhúsum og matstovum, ali- og kryvjivirkjum umframt húsarhaldstænastur.

 

Seinasta árið er talið á løntakarum úr øðrum londum enn Evropa vaksið, og er nú 3,2 prosent. 

Somu tíð í fjør var talið 2,3 prosent.

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 5 MF DREINGIR 14-16 ÁR
210805
Fríggjadag 10. juli
Veðrið
210792
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528