Arbeiðið við ánni er byrjað

Arbeiðið við ánni er byrjað
Ætlanin er ikki at lata Havnará upp, men at gera eina á oman á henni
12 milliónir krónur eru játtaðar til verkætlanina um ánna.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13.09.2022 - 14:48

Í dag byrjaði arbeiðið at gera eina á í miðbýnum í Havn.

12 milliónir krónur eru játtaðar til verkætlanina um ánna.

(Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Ætlanin er ikki at lata Havnará upp, men at gera eina á oman á henni.

Reint vatn verður í ánni, og dálkað vatn verður leitt uttanum.

Verkætlanin umfatar í fyrsta umfari strekkið frá Betri banka oman til sunnara enda á Tinghúsvøllinum, har standmyndin av R.C. Effersøe er. Verkætlanin er í trimum stigum. 

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

 

Einvegis ferðsla

Nú arbeiðið er byrjað,  verður einvegis ferðsla oman eftir Niels Finsensgøtu, frá Sverrisgøtu til Mylnugøtu.

Hetta merkir, at ikki ber til koyra niðan á Vaglið eftir Niels Finsensgøtu frá Mylnugøtu og Áarvegnum.

Tey, sum skulu koyra eftir Niels Finsensgøtu millum Sverrisgøtu og Mylnugøtu ella til bilplássið á Vaglinum, skulu koyra niðan eftir Tinghúsvegnum og síðani oman eftir Sverrisgøtu til Niels Finsensgøtu.

(Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Nýggja á oman á gomlum Havnará

Tórshavnar kommuna hevur fingið Zeta Architects til at tekna nýggju Havnará, sum fer at liggja oman á gomlu Havnará. 

Soleiðis síggja tekningarnar av nýggju Havnará út. 

Havnará, Tekning

Frítekst tagging: 
'

Verkætlanin fevnir í fyrsta umfari um strekkið frá Betri Banki og oman til sunnara enda á tinghúsvøllinum, har standmyndin av R.C. Effersøe stendur.

Uppskotið, sum fevnir um eina nýggja og nútímans á, vísir á eina loysn í trimum stigum, har áin rennur ígjøgnum ymisk býarrúm og tillagar seg til umstøðurnar við at broyta dám og eginleikar.

Til tíðir er áin lyft upp úr gøtuni, aðrastaðni flýtur hon saman við gøtuni og aftur aðrastaðni grevur hon seg niður í gøtuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Morgunlestur týsdagur.
210558
Mánadag 6. juli
Oyggjar undir trýsti -1. partur
210473
Mánadag 6. juli
Poppverturin 6
208459
Mánadag 6. juli
Praktikanturin #18: Katrin Reistrup
210569
Mánadag 6. juli
HM-tíðindi 06 juli 2026
210564
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. juli
3-2
210573
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522