Kistan við drotningini komin á Buckingham Palace

Kistan við drotningini komin á Buckingham Palace
Elizabeth drotning fer til gravar mánadagin
Kistan við Elizabeth drotning kom úr Edinburgh á Buckingham Palace í London í gjárkvøldið.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
14.09.2022 - 08:43

Stutt fyri klokkan átta í gjárkvøldið lendi eitt flogfar við kistuni við Elizabeth drotning í London.

Kistan var flogin úr Edinburgh, har hon hevur verið síðani mánadagin.

Kistan var koyrd gjøgnum gøturnar í London, har fólk í túsundatali vóru komin saman at síggja kistuna, hóast tað regnaði illa.

Kistan var koyrd til Buckingham Palace, har Charles kongur tók ímóti saman við hinum trimum systkjunum og báðum synunum.

Í dag verður kistan koyrd til Westminster Hall.

Har verður hon standandi til mánadagin, tá jarðarferðin verður.

Meðan kistan er í Westminster Hall, kunnu fólk alt samdøgrið ganga fram við kistuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. juni
Kallið:"Lívið er ein ferð".
193227
Leygardag 14. juni
Morgunlestur leygardagur 14.juni 2025
192954
Fríggjadag 13. juni
Vikuskiftið 13 juni 2025
193269
Nýggjastu sendingar í SV