B36 kærir úrskurð um at tapa dyst

B36 kærir úrskurð um at tapa dyst
Aganevndin hevur dømt B36 at tapa 3-0 fyri B68
B36 fer at kæra úrskurðin til Yvirkærunevndina hjá Fótbóltssambandinum.
 
16.09.2022 - 15:46

B36 fer at kæra úrskurðin hjá Aganevndini hjá Fótbóltssambandinum.

Aganevndin hevur dømt B36 at tapa 3-0 fyri B68. Úrskurðurin var sendur feløgunum ídag.

Málið snýr seg um B36-leikara, sum spældi tríggjar dystir sama leikumfar. Hetta er ikki loyvt sambært galdandi reglum, og tí kærdi B68 málið.

Dysturin, sum B36 er dømt at tapa, var spældur í 21. leikumfari. B36 vann dystin ímóti B68, sum var spældur í Gundadali 4. september, 3-1.

B36 hevur fimm dagar til at kæra dómin hjá Aganevndini til Yvirkærunevndina í Fótbtólssambandinum.

Men B36 hevur longu tikið støðu til, at kæra dómin til Yvirkærunevndina.

 

Hoyr Jákup Mørk, formann í B36, í útvarpstíðindunum:

 

16092022_Jakup_Mork


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537