Jarðarferðin hjá Elizabeth drotning er tann størsta nakrantíð

Jarðarferðin hjá Elizabeth drotning er tann størsta nakrantíð
2.000 gestir eru komnir til Westminster Abbey, og fýra milliardir fólk fara at fylgja við beinleiðis sendingini frá jarðarferðini, væntar BBC
98 hermenn í bretsku sjóverjuni drógu 2,5 tons tungu kanón-lavettina við kistuni hjá Elizabeth drotning. Kistan vigar 250 kilo
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
19.09.2022 - 11:13

Sí sjónvarp frá jarðarferðini her.

Meira enn 10.000 løgreglufólk eru til arbeiðis í London, meðan jarðarferðin er.

Tað verður mett, at jarðarferðin hjá Elizabeth drotning er tann størsta nakrantíð. 

London er eisini stásiligur á at líta til jarðarferðina hjá drotningini. 

2.000 gestir eru í Westminster Abbey, og teirra millum er amerikanski forsetin, Joe Biden. 

Margretha drotning og Fríðrikur krúnprinsur umboða Danmark við jarðarferðina.

Fýra milliardir fylgja við beinleiðis sendingini frá jarðarferðini, metir BBC.

Flutningsmyndugleikarnir vænta, at ein millión fólk eru komin til London í dag. 

500 kongalig og ríkisleiðarar eru komnir til Bretlands at vísa Elizabeth drotning seinasta heiðurin, nú hon fer til gravar í dag. Her eru bretska krúnprinsessan og børnini. 

98 herfólk í bretsku sjóverjuni drógu 2,5 tons tungu kanón-lavettina við kistuni hjá Elizabeth drotning. Kistan vigar 250 kilo.

Charles kongur III og Anna prinsessa. 

Krúnan hjá drotningini liggur oman á kistuni. 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. juli
Veðrið
210792
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525