Kanna nú eldsbrunan í Havn

Kanna nú eldsbrunan í Havn
Málið er latið kanningardeildini hjá løgregluni
Nógvur roykur stóðst av eldinum í sethúsunum í J. H. Schrøtersgøtu í Havn fríggjadagin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.09.2022 - 11:13

Eldurin í einum sethúsum í J.H. Schrøtersgøtu í Havn fríggjadagin skal kannast neyvari.

Tí er málið latið kanningardeildini hjá løgregluni, sum skal taka sær av tí partinum.

Ein kvinna var í húsunum, tá eldur kom í. Hon var kannað á Landssjúkrahúsinum.

Skaðar, sum stava frá eldinum á aðrar ognir enn sjálvi sethúsini, er eitt mál fyri tryggingina at taka sær av, verður upplýst á politistøðini.

Eingin sleppur inn í húsini, fyrr enn tey eru kannað, sigur løgreglan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Nýtt ljóð
214119
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026