Nú byrjar tilgongdin at skipa stjórn í Svøríki

Nú byrjar tilgongdin at skipa stjórn í Svøríki
Alt bendir á, at Ulf Kristersson, formaður í Moderata flokkinum, fær fyrsta møguleikan at skipa stjórn
Magdalena Andersson, fráfarandi forsætisráðharri, og Andreas Norlén, formaður í ríkisdegnum, tá Magdalena Andersson boðaði frá, at sosialdemokratiska stjórnin leggur frá sær.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
19.09.2022 - 08:31

Fyrrapartin fer formaðurin í svenska ríksidegnum, Andreas Norlén, undir tilgongdina at skipa stjórn. 

Hann skal tosa við allar floksleiðararnar hvør sær, og síðani leggur hann fram uppskot um nýggjan forsætisráðharra. 

Eftir ætlan hevur formaðurin í ríkisdegnum tíðindafund kl. 13.30 í dag, har hann greiðir frá, hvussu samrøðurnar við floksleiðararnar hava gingið.

Tíðindafundurin verður sendur beinleiðis á heimasíðuni hjá SVT.

 

Gongur væl

Politisku flokkarnir hava verið fámæltir, og tað kann vera ábending um, at samstarvið millum flokkarnar gongur væl, sigur politiski viðmerkjarin hjá svenska kringvarpinum, Karolina Skoglund.

Hon sigur, at tað er lítið sannlíkt, at tað fer at taka líka drúgva tíð at skipa stjórn sum í 2018, serliga tí tvey greið alternativ eru nú.

- Munurin er, at tá broyttu flokkarnir nærum hugsan í beinleiðis sending í sjónvarpi. Nú eru tveir greiðir møguleikar, og tí fer tað at ganga skjótari. Men tað merkir ikki, at tað verður lættari, sigur hon.

Hon væntar, at Ulf Kristersson verður í uppskoti at gerast forsætisráðharri. 

- Alt bendir á, at Kristersson fær fyrsta høvið at skipa stjórn. Men um tað fer at eydnast honum, er ein annar spurningur, sigur Karolina Skoglund, politiskur viðmerkjari hjá SVT.

 

Borgarligu flokkarnir vunnu ríkisdagsvalið í Svøríki, og alt bendir á, at Ulf Kristersson úr Moderata flokkinum verður forsætisráðharri. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Kanska formansval

Í sambandi við, at ríkisdagurin verður settur 27. september, kann formaðurin leggja fram sítt uppskot um nýggjan forsætisráðharra. 

Dagin fyri skal ríkisdagurin gera av, hvør skal taka við sum formaður í ríkisdegnum, um Andreas Norlén leggur frá sær. 

Í løtuni er ikki greitt, um neyðugt verður at velja nýggjan formann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424