Nýggi húsarhaldsskúlin gevur nýggjar møguleikar

Nýggi húsarhaldsskúlin gevur nýggjar møguleikar
Jóhanna á Tjaldrafløtti, skúlastjóri, er spent, nú spakin verður settur í at byggja nýggjan húsarhaldsskúla í Klaksvík
 
19.09.2022 - 11:40

Nýggi skúlin verður bygdur í miðbýnum, har sum gamla kappróðrarneystið stendur í dag.

- Vit húsast í dag í einum gomlum umbygdum sethúsum, so tað sigur seg sjálvt, at nýggi skúlin fer at hava nógv fleiri møguleikar, sigur Jóhanna.

 

HusarhaldsskulinMIX1

 

Umstøðurnar hjá næmingunum verða betri, bæði hjá teimum, sum fara at ganga á sjey mánaða langa húsarhaldsskeiðinum, og hjá teimum, sum koma á stakskeið. Pláss verður fyri 35 búgvandi næmingum, og mett verður, at yvir 300 skeiðsluttakarar árliga fara at ganga til ymisk skeið á nýggja húsarhaldsskúlanum. 

 

Um Føroya Húsarhaldsskúla
Húsarhaldsskúli Føroya varð settur á stovn av Klaksvíkar Húsmøðrafelag í 1974 og gjørdist sjálvsognarstovnur í 1993.
Skúlin heldur í dag til í leigaðum sethúsum, sum Norðoya Kvinnufelag keypti til endamálið í 1967.
Tað eru 7 fólk í starvi á skúlanum. Leiðari á fulla tíð, ein lærari fulla tíð, tríggir tímaløntir lærarar og tvær náttarvaktir. Harumframt verða gestalærarar brúktir.
21 næmingar ganga á skúlanum í dag. 

 

- Nú verður tað okkara uppgáva at finna út av, hvussu vit skulu skipa okkum av nýggjum, tá ið skúlin verður klárur at taka í brúk, sigur Jóhanna á Tjaldrafløtti, skúlastjóri.

Kostnaðurin fyri nýggja húsarhaldsskúlan er úti við 57 mió. kr. Klaksvíkar kommuna fíggjar verkætlanina við 21 mió. kr., og landið fíggjar rest. 

 

Endamálið við húsarhaldsskeiðnum er at geva næmingunum høvi til: 
• At nema sær kunnleika til evni, sum eru knýtt at dagliga virkinum hjá tí einstaka menniskjanum í nútíðarsamfelagnum. 
• At menna samstarvsevni, sjálvsfatan, medvit, hugflog og hug at læra og venja evnini til sjálvstøðuga meting og støðutakan 
 

 

Lurta eftir longri samrøðu við Jóhonnu á Tjaldrafløtti, skúlastjóra. 

1550460

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. juli
Veðrið
210792
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525