Hava staðfest ein gassleka aftrat

Hava staðfest ein gassleka aftrat
Fjórði lekin er millum teir báðar lekarnar á Nord Stream 1, men stavar frá Nord Stream 2
Ongar broytingar eru gjørdar í tilmælum, eftir at fjórði lekin er funnin, skriva svenskir miðlar.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
29.09.2022 - 09:12

Svenska sjóverjan boðar frá, at ein gassleki aftrat er funnin á gassleiðingunum, Nordstream 1 og 2 í Eystrasalti.

Tað skrivar Svenska Dagbladet.

Fjórði lekin hevur verið síðani týsdagin, skriva svenskir miðlar.

Svenska sjóverjan upplýsir, at fjórði lekin er ímillum teir báðar lekarnar á Nord Stream 1, men stavar frá Nord Stream 2, sum er við síðuna av.

Ongar broytingar eru gjørdar í tilmælum, eftir at fjórði lekin er funnin, skriva bløðini.

 

Anne Tønnes er politiovasti í Keypmannahavn. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Tað verður danska løgreglan sum skal standa fyri at kanna gasslekarnar í Eystrasalti, og hvussu tað bar til, at teir vórðu staðfestir.

Tað boðaði politiovastin í Keypmannahavn, Anne Tønnes frá í gjár:

 

29092022_Gassleki_i_svenskum_sjogvi

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205078
Týsdag 3. mars
Corrado Rustici um Chaire
205061
Týsdag 3. mars
Morgunlestur týsdagur 3.mars 2026
204717
Mánadag 2. mars
Norðurljóð 2.mars 2026
204747
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Mánadag 2. mars
Veðrið
205044