6,7 millardir til rakstur og íløgur í 2023

6,7 millardir til rakstur og íløgur í 2023
Landsstýrið ætlar at gera íløgur fyri 480 milliónir næsta ár, og meira skal rindast í tøku- og tilfeingisgjaldi
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum á tíðinddafundi fyrrapartin um fíggjarlógaruppskotið fyri 2023.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.09.2022 - 11:20

Sambært fíggjarlógaruppskotinum vera samlaðu útreiðslurnar hjá landskassanum seks milliardir og 758 milliónir krónur. 

Útreiðslurnar eru 439 milliónir størri enn á fíggjarlógini fyri 2022. Men bara 33 milliónir krónur størri enn útreiðslurnar, tá avtornar í ár.

Inntøkurnar vera, sambært fíggjarlógaruppskotinum, sjey milliardir og 770 milliónir krónur.

Eisini her er stórur munur á, hvat fíggjarlógin fyri í ár sigur, og hvat inntøkurnar verða í ár,  tá avtornar. Nýggjasta metingin hjá Fíggjarmálaráðnum sigur, at inntøkurnar vera 400 milliónir størri enn mett í fíggjarlógini fyri 2022.

Tí leypa 12 milliónir av á fíggjarlógini fyri 2023.

 

Íløgur fyri 480 mió. kr.

Íløgurnar vera 480 milliónir krónur næsta ár. Harumframt koma sonevndar "løgukendar útreiðslur" fyri 124 milliónir. Her er tað Eysturoyartunnilin, sum fer við tí mesta - 50 milliónir í innskoti til sjálvt tunnilsfelagið, og 40 milliónir í stuðli, tí ferðslan gevur ov fáar inntøkur. 

Av sjálvum íløgunum fara 130 milliónir til tunlarnar Norður um Fjall.

56 milliónir fara til bústovnar undir Almannamálaráðnum, 30 milliónir til at byggja út Fróðskaparsetrið,  25 milliónir til at byggja út Miðnám á Kambsdali og 27 milliónir til at umvæla almennar bygningar.

Og so skulu tilsamans 141 milliónir brúkast til nýggjar landsvegir. Av hesum fær Fámjinstunnilin 90 milliónir, Dalstunnilin 25 milliónir og ein komandi Vestmannatunnil 12 milliónir.

 

Frá framløguni í Smæruni. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Meira í tøku- og tilfeingisgjaldi

Sambært fíggjarlógaruppskotinum skulu alivinnan og fiskivinnan gjalda meira í tøku- og tilfeingisgjaldi. 

Mett verður, at tøkugjaldið gevur 330 milliónir í landskassan næsta ár. Eitt lógaruppskot um at broyta tøkugjaldið er lagt fram saman við fíggjarlógaruppskotinum.

Og mett verður, at tilfeingisgjaldið frá fiskivinnuni gevur 340 milliónir í landskassan næsta ár. Tað eru 28 milliónir meira, enn roknað verður við at fáa inn í ár.

Og so er ein inntøka, sum skuldi koma í ár, flutt til at koma næsta ár. Landsstýrið ætlar at selja síni partabrøv í Smyril Line, og tað skal geva 79 milliónir í landskassan í 2023. 

 

Edva Jacobsen, løgtingskvinna. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Skattalætti

Og so lovar landsstýrið eisini skattalætta næsta ár. Skattastigini verða broytt, soleiðis at lægru inntøkurnar gjalda eitt sindur minni í skatti. Og so hækkar barnafrádrátturin - 2000 krónur fyri børn undir skúlaaldur og 1500 krónur fyri børn í skúlaaldri. Skattalættin er mettur at kosta 70 milliónir.

Fíggjarlógaruppskotið snýr seg fyrst og fremst um 2023. Men har eru eisini nakrar reinar framskrivingar fyri næstu árini. Sambært teimum verða 200 milliónir í undirskoti á fíggjarlógini fyri 2024, og 168 milliónir í undirskoti í 2025. Men hetta eru sum nevnt framskrivingar.

1.viðgerð av uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2023 verður mikudagin í næstu viku.
 

Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846