Vit eru á trygdarpolitiskum vegamóti

Vit eru á trygdarpolitiskum vegamóti
Svein Magnason, fulltrúi í Uttanríkis- og mentamálaráðnum, hevur umboðað Føroyar í einum verjupolitiskum greiningarbólki
Svein Magnason, fulltrúi, umboðaði Føroyar í verjupolitiska greiningarbólkinum.
 
03.10.2022 - 15:08

Hóttanarmyndin í heiminum er broytt, og fer bæði á trygdar- og verjuøkinum at hava við sær stórar og daprar tvístøður.

Tað er niðurstøðan í stórari frágreiðing, sum varð handað Mette Frederiksen, forsætisráðharra, í dag.

Svein Magnason, fulltrúi í Uttanríkis- og mentamálaráðnum, hevur umboðað Føroyar í verjupolitiska greiningarbólkinum, sum hevur skrivað frágreiðingina. 

 

Amerikanski forsetin, Joe Biden, og Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini. Verjupolitiska greiningarnevndin sigur, at USA raðfestir øðrvísi nú, og hevur ikki longur so stórt fokus á Evropa.(Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Valdsjavnvágin broytt

Hann sigur, at at vit eru á trygdarpolitiskum vegamóti. Valdsjavnvágin seinastu 30 árini er broytt.

USA hevur verið einaráðandi stórveldi, og hevur sett dagsskránna á nærum øllum økjum.

Seinastu árini er hetta broytt grundleggjandi. Fleiri bjóða USA av sum stórveldi í heimssamfelagnum, og USA raðfestir eisini øðrvísi nú. 

Hoyr samrøðu við Svein Magnason í útvarpstíðindunum:

 

03102022_Svein_Magnason_til_net

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713