Føroyar fingu torføran EM-undankappingarbólk

Føroyar fingu torføran EM-undankappingarbólk
Føroya A-landsliðið við monnum skal spæla móti Pólland, Kekkia, Albania og Moldova í undanspælinum til EM í 2024
Føroyska A-landsliðnum í fótbólti skal spæla móti Póllandi, Kekkia, Albania og Moldova
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
09.10.2022 - 11:21

Góðu úrslitini í Nations League-kappingini gjørdu, at føroyska A-landsliðið við monnum var bólkað í styrkisbólki 4 av seks styrkisbólkum í lutakastinum til EM-undankappingina. 

Føroyar endaðu í bólki E og skulu spæla móti Pólland, Kekkia, Albania og Moldova. 

Talan er um ein torføran bólk ítróttarliga, men eisini um ein lítið áhugaverdan bólk fyri fótbóltsfjepparar. 

 

Lewandowski kemur til Føroya

Føroyskir fótbóltsfjepparar kunnu sjálvandi gleða seg til at síggja ein av heimsins bestu áleyparum, Robert Lewandowski úr Póllandi, spæla á Tórsvøllin.

Robert Lewandowski spælir í løtuni við Barcelona, har hann bumbar málini í kassan, eins og hann gjørdi fyri Bayern München og Borussia Dortmund. 

Men Lewandowski er einasta stjørnan, ið er ávegis til Føroya í hesum umfarinum. 

 

Fingu einki av teimum veiku

Harumframt fingu Føroyar heldur ikki ítróttarligu gleðina av at koma í ein bólk við seks liðum og harvið møta einum av teimum ordiliga veiku londunum úr veikasta styrkisbólkinum, nevniliga San Marion, Andorra og Liktinstein. 

53 lond luttaka í EM-undakappingini. Týskland, sum er vertur, er sjálvskrivað í EM-endaspælinum. 

Bólkur A:
Spania, Skotland, Noreg, Georgia, Kýpros

Bólkur B:
Holland, Frakland, Írland, Grikkaland, Gibraltar

Bólkur C:
Italia, Ongland, Ukraina, Norðurmakedónia, Malta

Bólkur D:
Kroatia, Wales, Armenia, Turkaland, Lettland

Bólkur E:
Pólland, Kekkia, Albania, Føroyar, Moldova

Bólkur F:
Belgia, Eysturríki, Svøríki, Aserbadjan, Estland 

Bólkur G: 
Ungarn, Serbia, Montenegro, Bulgaria, Litava

Bólkur H:
Danmark, Finnland, Slovenia, Kasakstan, Norðurírland, San Marino

Bólkur I:
Sveis, Ísrael, Rumenia, Kosovo, Hvítarussland, Andorra

Bólkur J: 
Portugal, Bosnia og Hersegovina, Ísland, Luksemborg, Slovakia, Liktinstein

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221