Valsendingarnar í Kringvarpi Føroya byrja nú

Um KVFTíðindi
Valsendingarnar í Kringvarpi Føroya byrja nú
Fólkatingsvalið í Føroyum verður mánadagin 31. oktober, og í dag, hósdagin 13. oktober, byrja valsendingarnar í Kringvarpinum
 
13-10-2022

Valfepurin hækkar alsamt, og valsendingarnar í Kringvarpi Føroya fara av bakkastokki í dag. 

Byrjað verður við Andglettinum, sum verður sendur í útvarpinum klokkan 10, stroymdur á heimasíðuni og eisini at síggja í sjónvarpinum.

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Tveir vertir tráspyrja tvey valevni hvørja ferð.

Fyrsti flokkur í Andglettinum er Framsókn.

Valfundir kring landið

Umframt Andglettin, so fer Kringvarpið eisini kring landið at halda valfundir. 

Aðru hvørja ferð er Andglettur, og aðru hvørja ferð valfundur.

Valfundirnir byrja í SMS nú fríggjadagin 14. oktober. Síðani verður farið út á miðnámsskúlarnar.

Valfundirnir byrja klokkan 10 í útvarpinum, og teir verða eisini stroymdir eins og Andgletturin.

Stóri valfundurin í Løkshøll

Sunnukvøldið 30. oktober, ein dag undan valinum, verður stórur valfundur í Løkshøll. Hetta er ein størri sjónvarpsframleiða, har fleiri valevni sleppa framat. Tann fundurin varar í umleið tveir tímar og verður sendur beinleiðis í sjónvarpinum.

Tann stóri dagurin er mánadagurin 31. oktober, valdagurin. Tá fylgja vit við í sjónvarpsstovuni, har vit hava tveir vertir og viðmerkjara. Vit fara eisini at gera innsløg kring landið. Vit halda á, til valúrslitið fyriliggur.

Skráin fyri valsendingar í Kringvarpinum:

  • Hósdag 13. oktober: Framsókn í Andglettinum
  • Fríggjadag 14. oktober: Valfundur, SMS í Havn
     
  • Mánadag 17. oktober: Javnaðarflokkurin í Andglettinum
  • Týsdag 18. oktober: Valfundur, Miðnám í Suðri
  • Mikudag 19. oktober: Fólkaflokkurin í Andglettinum
  • Hósdag 20. oktober: Valfundur, Miðnám á Kambsdali
  • Fríggjadag 21. oktober: Tjóðveldi í Andglettinum
     
  • Mánadag 24. oktober: Valfundur, Miðnám í Vestmanna
  • Týsdag 25. oktober: Miðflokkurin í Andglettinum
  • Mikudag 26. oktober: Valfundur, Tekniski Skúli í Klaksvík
  • Hósdag 27. oktober: Sambandsflokkurin í Andglettinum
  • Fríggjadag 28. oktober: Valfundur, Glasir í Havn
     
  • Sunnudagur 30. oktober: Stórur valfundur í Løkshøll í Runavík.
  • Mánadagur 31. oktober: Fólkatingsval í Føroyum
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
Eitt korter við jazzi
212647
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439

Um kvf css