Vinnan er komin fyri seg eftir koronu

Vinnan er komin fyri seg eftir koronu
Úrslitið minkaði niður í 1,6 mia. kr. í 2020, men í fjør var tað komið upp í 2,8 mia. kr.
Korona rakti vinnuna meint, men nú gongur betur.
Mynd: Hagstovan  
 
13.10.2022 - 10:36

Vinnan er komin fyri seg eftir koronu. 

Nýggju roknskaparhagtølini vísa millum annað, at føroysk feløg sum heild eru komin uppundan aftur, eftir at korona legði summar vinnugreinar lamnar. 

Tað boðar Hagstovan frá.

Nýggju hagtølini vísa, at hóast úrslitið fyri allar vinnur minkaði úr 2,6 mia. kr. í 2019 niður 1,6 mia. kr. í 2020, so megnaði vinnan at toga úrslitið uppaftur meira enn eina milliard, upp í 2,8 mia. kr. í fjør.

Teir vinnubólkar, ið hava verið meinast raktir, eru ‘Flutnings- og goymsluvinnan’ og ‘Gisting og matstovuvinnan’, men hesir bólkarnir fingu eitt positivt úrslit í fjør, hóast tað ikki er á sama stigi sum fyri koronu.

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576