Vel besta føroyska stuttfilmin

Um KVFTíðindi
Vel besta føroyska stuttfilmin
Føroyingar fáa høvi til at fylgja við og atkvøða fyri sínum yndisfilmi, tá Geytin 2022 verður sendur beinleiðis í sjónvarpinum
Mynd: Norðurlandahúsið  
 
18-10-2022

Geytin 2022

Leygarkvøldið 22. oktober verða filmsvirðislønirnar Geytin og Áskoðaravirðislønin handaðar í Norðurlandahúsinum. Kringvarp Føroya fer at senda frá tiltakinum, og filmarnir, sum eru við í kappingini, verða eisini vístir í sjónvarpinum.

Tiltakið verður fyriskipað av Norðurlandahúsinum og Kringvarpi Føroya í samstarvi við SONA.

Atkvøðugreiðslan um áskoðaravirðislønina verður umvegis SONA-appina, so øll, eisini sjónvarpshyggjararnir, kunnu atkvøða fyri sínum yndisfilmi.

6 filmar eru valdir av dómsnevndini at luttaka í Geytanum 2022. Teir eru:  

Sálarkvøl – Eir í Ólavstovu 

Ver Her – Maria Winther Olsen 

Tokskinnarin – Terji Mohr 

Typiskt – Sølvi Næs Hoydal 

Steinbíturin – Klippfisk (Dina Fríða Poulsen) 

Nonstop – Sølvi Næs Hoydal  

Hvør einstakur limur í dómsnevndini er umboðaður av einum filmsyrkisligum felagi ella stovni.  

Í dómsnevndini sita:  

Rannvá Jónsdóttir (Filmsfelagið)  
Hans Petur Hansen (Kringvarp Føroya)  
Sakaris Stóra (Føroysk Filmsfólk)  
Tina Wagner (Filmshúsið)  
Pætur M. Dahl (Klippfisk)  
Altjóða limur í dómsnevndini: Valdimar Jóhannson  (Filmsleikstjóri)

Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens

Hósdagin 20. oktober kl. 17 verða Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens handaðar, og bæði útvarpið og sjónvarpið hjá Kringvarpinum senda frá tiltakinum, sum verður hildið í Müllers Pakkhúsi í Havn.

Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens er bókmentavirðisløn, ið Tórshavnar Býráð á hvørjum ári letur trimum fólkum fyri fagurbókmentaligt verk, yrkisbókmentaligt verk og fyri annað mentanaravrik. Í somu syftu verður Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs latin, sum Tórshavnar býráð letur fyri barnabøkur.

Ein fimmmannanevnd ger av, hvørji fáa virðisløn. Tórshavnar býráð velur tríggjar limir í nevndina, Rithøvundafelag Føroya ein og Fróðskaparsetur Føroya ein. Tað er treyt fyri verkini, at tey eru útgivin og eru skrivað á føroyskum máli.

Tónleikaframførslur verða eisini til tiltakið í Müllers Pakkhúsi.

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 30. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
206430
Sunnudag 29. mars
Andakt
206401
Sunnudag 29. mars
Guðstænasta í Kaldbaks kirkju
206398
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362

Um kvf css