Tøknirisarnir seta mentanina og fólkaræðið undir trýst

Um KVF›Bloggur
Tøknirisarnir seta mentanina og fólkaræðið undir trýst
Hvussu verjir tú mentanina móti floyminum av útlendskum tilfari, og hvussu tryggjar tú fólkaræðið móti populistisku kyndilsberarunum á facebook og øðrum sosialum miðlum?
 
19-10-2022

Tøknirisarnir eru nú so stórir, at teir ávirka bæði mentanina og fólkaræðið kring allan heim. Eitt er, at teir gjøgnum stroymingtænasturnar bjóða ovurstórar nøgdir av – fyri tað mesta – ensktmæltum sjónvarpsrøðum og filmum. Hetta ávirkar málførleikan í ymsu londunum.

Eitt annað er, at tøknirisarnir hava sett seg á alnetið. Skalt tú á netið, so noyðist tú at vitja tøknirisarnar. Teir hava savnað ovurstórar nøgdir av data um brúkaran. Tí hava teir við miðvísum lýsingaátøkum vunnið stríðið um lýsingarnar og harvið køvt stórar partar av privata miðlaheiminum. Stjórin í Danske Medier, Mads Brandstrup, greiðir frá, at hetta fekk politikararnar í Danmark at seta tiltøk í verk. Ásannandi at Danmark er eitt lítið máløki og at danska mentanin er viðbrekin, vóru skipanir settar í verk, sum skuldu stuðla talgildu miðlarnar og harvið danskt mál og danska mentan:
 

20220818_Midlaradstevna_Mads_Brandstrup_brot_3


 

Sosialir miðlar eru ikki nakað alternativ til álítandi tíðindamiðlar

Tey síðstu fimm-seks árini er talið av villum uppáhaldum á sosialu miðlunum vaksið ógvisliga. Hetta hendir serliga í kjalarvørrunum á fleiri av teimum avgerandi hendingunum í heiminum, eitt nú koronufarsóttini, álopinum á amerikansku kongressina og krígnum í Ukraina. Sambært Mads Brandstrup festa hesi uppáhaldini í í ekkókømrunum á sosialu miðlunum og skapa øsingar. Hetta gevur hinvegin siðbundnu miðlunum høvi at gera vart við, at tøknirisarnir ikki eru alternativ til álítandi tíðindamiðlarnar, heldur hann: 

20220818_Midlaradstevna_Mads_Brandstrup_brot_4


>>Lurta eftir framløguni hjá Mads Brandstrup niðanfyri.

Meira tilfar frá miðlaráðstevnuni Miðlar á vegamóti er at finna her.

20220818_Midlaradstevna_Mads_Brandstrup

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Sement 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302

Um kvf css