Jóanna heldur fram sum forkvinna í Fiskivinnuráðnum

Jóanna heldur fram sum forkvinna í Fiskivinnuráðnum
Nýtt Fiskivinnuráð er valt fyri næstu fýra árini
Jóanna Djurhuus hevur verið forkvinna í Fiskivinnuráðnum síðani 2013, og hon heldur fram næstu fýra árini.
 
21.10.2022 - 08:49

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur tilnevnt umboð og varaumboð at manna Fiskivinnuráðið næstu fýra árini.

Fiskivinnuráðið er mannað við umboðum úr fiskivinnuni á sjógvi og landi og skal sambært lóg hava øll týðandi fiskivinnumál og øll uppskot til lógir og kunngerðir fyri fiskivinnuna til ummælis.

Í nýggja Fiskivinnuráðnum sita: Jóhannus M. Olsen og Jógvan Hansen úr Føroya Ráfiskaseljarafelag, Stefan í Skorini úr Føroya Reiðarafelag, Annfinnur Garðalíð fyri Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið, Jan Højgaard úr Føroya Fiskimannafelag, Finnbjørn Vang úr Meginfelag Útróðrarmanna og Sonja Jógvansdóttir, sum umboðar feløgini hjá arbeiðsfólki á fiskavirkjunum.

Jóanna Djurhuus, løgfrøðingur í Umhvørvis- og vinnumálaráðnum, er afturvald sum forkvinna í Fiskivinnuráðnum næstu fýra árini. Hon hevur verið forkvinna síðani 2013.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. juli
Summarbeiti 8. juli 2026
210685
Mikudag 8. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (2:4)
210667
Mikudag 8. juli
HM-tíðindi 8. juli 2026
210672
Týsdag 7. juli
Millum tøkini #12: Fjarðastevna
210617
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523