Tekur við sum forsætisráðharri í dag

Tekur við sum forsætisráðharri í dag
Rishi Sunak, sum verður nýggjur forsætisráðharri í Bretlandi, sigur, at stórar búskaparligar avbjóðingar eru
Rishi Sunak verður nýggjur forsætisráðharri í Bretlandi.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
25.10.2022 - 08:31

Nývaldi bretski forsætisráðharrin, Rishi Sunak, tekur við embætinum í dag, tá hann hevur hitt Charles kong, skivar BBC.

Sunak var í gjár valdur til formann í Konservativa flokkinum, men greiði skal fáast á fleiri viðurskiftum, áðrenn hann kann taka við sum forsætisráðharri.

Sunak helt røðu í gjár, har hann segði seg fegnast um at kunna gerast forsætisráðharri í Bretlandi.

 

Búskaparligar avbjóðingar

- Eg eri rørdur og glaður fyri at hava fingið stuðul frá mínum partafólkum í parlamentinum, so eg kann gerast forsætisráðharri í Bretlandi, segði Rishi Sunak.

Í røðuni segði hann eisini, at Bretland er eitt gott land, men vit hava stórar búskaparligar avbjóðingar.

- Vit hava brúk fyri støðufesti og samanhaldi, og tað fari eg at gera til mítt fremsta mál, bæði fyri flokkin og landið.

Bara á tann hátt kunnu vit klára avbjóðingarnar, sum eru fyri framman, og byggja eitt land, sum verður gott fyri okkara eftirkomarar at búgva í, segði 42 ára gamli Sunak.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. juni
Poppverturin
193018
Mánadag 9. juni
Morgunlestur mánadagur 9.juni 2025
192949
Sunnudag 8. juni
Kórstevnan 2025 - fyrra sending
192995
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. juni
Andakt við Bergi Debes Joensen
192984
Sunnudag 8. juni
Guðstænasta úr Havnar kirkju
192979
Leygardag 7. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
192956