Atlantsflog hjálpir Air Greenland

Atlantsflog hjálpir Air Greenland
Vongurin á einasta flogfarinum hjá grønlendska flogfelagnum á danmarkarrutuni hevur fingið skaða, og flogfarið er tikið úr flúgving í eina viku
Atlantsflog hjálpir Air Greenland at flyta ferðafólk á danmarkarrutuni í hesum døgum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
26.10.2022 - 14:48

Føroyska flogfelagið, Atlantsflog, hjálpir nú grønlendska felagnum, Air Greenland, at flyta ferðafólk til Danmarkar, eftir at einasta flogfarið hjá grønlendska felagnum fekk skaða.

210 ferðafólk vóru í gjár til reiðar at fara avstað til Keypmannahavnar úr Kangerlussuaq, tá ið flogfarið fekk skaða.

Trappurnar, sum verða nýttar til at ganga upp í flogfarið, tóku í annan vongin, sum fekk stóran skaða. 

Tí er flogfarið tikið úr flúgving næstu vikuna.

Í dag fara 377 ferðafólk til Danmark við flogførum, sum Air Greenland hevur leigað.

Felagið hevur leigað tvey flogfør frá Atlantsflogi og eitt flogfar frá spanska flogfelagnum Wamos Air.

 

Trappan gjørdi skaða á vongin á flogfarinum hjá Air Greenland. (Mynd: KNR)

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. juli
Veðrið
210792
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525