Grót í hvalbiartunlinum

Grót í hvalbiartunlinum
Smáar grótrúgvur eru í vegjaðaranum, men tunnilin er tryggur, sigur stjórin í Landsverki
Hvalbiartunnilin er púra tryggur, sigur stjórin í Landsverki. (Savnsmynd)
 
02.11.2022 - 11:30

Fólk, sum koyra í hvalbiartunlinum, hava seinastu tíðina lagt til merkis, at tað liggja smáar grótrúgvur í jaðaranum í tunlinum. 

- Tað kann loypa hvøkk á fólk at síggja grót liggja inni í tunlinum, men hann er púra tryggur at brúka, sigur stjórin í Landsverki, Sigurd L. Lamhauge:

 

02112022_Hvalbiartunnil

 

Arbeiðið við hvalbiartunlinum byrjaði 27. juni í 2019, og seinasta skotið var latið av 7. juli í 2020.

Byggifelagið Articon stóð fyri arbeiðinum, og Landsverk yvirtók tunnilin í mai 2021. 

Tunnilin og vegagerðin í sambandi við tunnilin kostaðu tilsamans 272 milliónir kr.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815