Seta ikki met í ár

Seta ikki met í ár
Ferðafólkatalið á flogvøllinum í oktober ger, at ferðafólkini í ár verða ikki fleiri enn í 2019
Í oktober vóru 33.527 ferðafólk, 1.617 færri enn í 2019. 
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.11.2022 - 12:00

2022 verður ikki metár hjá flogvøllinum í Vágum.

2019 verður framvegis metárið við 424.281 ferðafólkum.

Ferðafólkatalið í oktober ger, at ferðafólkini í ár gerast ikki fleiri enn í 2019, sigur Regin Jakobsen, stjóri í Vága floghavn.

Í oktober vóru 33.527 ferðafólk, 1.617 færri enn í 2019. 

Til 1.november í ár er ferðafólkatalið komið upp á sløk 97 prosent av tí, sum tað var 1.november í 2019.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Millum tøkini #12: Fjarðastevna
210617
Týsdag 7. juli
Summarbeiti 7. juli 2026
210611
Týsdag 7. juli
HM-tíðindi 7. juli 2026
210600
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522