Breddin um politisku støðuna

Breddin um politisku støðuna
Í gjár koyrdi løgmaður Jenis av Rana frá sum landsstýrismann, og mest sannlíkt er, at vit fáa løgtingsval í ótíð
Jenis av Rana er ikki landsstýrismaður longur, og Miðflokkurin hevur tikið seg úr samgonguni.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.11.2022 - 09:26

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, misti tolið við landsstýrismanninum í uttanríkis- og mentamálum, Jenisi av Rana í gjár, tí hann yvir eitt longri tíðarskeið hevur bjóðað diplomatisku og rúmligu tilgongdini hjá sær av, sum løgmaður málbar seg.  

Tí fekk landsstýrismaðurin durafjórðingin frá honum í gjár. 

Mest sannlíka úrslitið av hesum er, at vit fáa eitt løgtingsval í úrtíð, sum helst verður tíðliga í desember.  

Sum svar uppá, at løgmaður í gjár sendi Jenis av Rana til hús, tók Miðflokkurin seg úr samgongusamstarvinum, og tí fær samgongan ikki longur talt upp í 17, sum er lægsta talið á tingfólkum fyri at hava meiriluta á Løgtingi.

Breddin í útvarpinum klokkan 10.

  
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Morgunlestur týsdagur.
210558
Mánadag 6. juli
Oyggjar undir trýsti -1. partur
210473
Mánadag 6. juli
Fótbóltsprát 6. juli 2026
210577
Mánadag 6. juli
Poppverturin 6
208459
Mánadag 6. juli
Praktikanturin #18: Katrin Reistrup
210569
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. juli
3-2
210573
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522